Í nátt hevur Russland álopið ukrainska høvuðsstaðin, Kiev.
Tað upplýsir hernaðarfyrisitingin í Kiev sambært Reuters.
- Loftverjuskipanirnar eru frá í útjaðaranum av Kiev, ljóðaði tað frá Serhij Popko, sum stýrir hernaðafyrisitingini, í einum boðum á tænastuni Telegram umleið klokkan 00:30 føroyska tíð.
Hann hevur síðani upplýst, at tað var talan um eitt dronuálop.
Allar dronur blivu skotnar niður. Onki týðir á, at nakar er komin til skaða í samband við álopini, skrivar tíðindastovan AFP.
Sambært AFP skrivar leiðarin av hernaðarfyrisitingini í Kiev á Telegram í morgun, at loftalarmarnir vóru frá í meira enn tríggjar tímar.
Hann sigur eisini, at Russland leyp á Kiev við Shahed dronum, ið eru framleiddar í Iran.
Fráboðanin um russisk dronuálop í Kiev koma tveir dagar eftir, at tvær dronur flugu inn í russiska høvuðsstaðin, Moskva.
Sambært Russlandi royndi Ukraina at leypa á strategisk mál í býnum, men álopini vórðu forðaði, tá dronurnar vórðu skotnar niður. Tær raktu tveir kontórbygningar.