Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, útihýsir Russlandi at taka lut í evropeiskum fótbóltskappingum komandi kappingarár, og tað merkir eisini, at russisk landslið sleppa heldur ikki at taka lut í altjóða kappingum komandi tíðina.
Tað upplýsir evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, á heimasíðu sínari.
Tó er tað við tí fyrivarni, at Russland kann kæra avgerðina til altjóða ítróttardómstólin, CAS.
Men útihýsingin er longu sett í gildi, tí seinastu boðini úr UEFA eru, at russiska kvinnulandsliðið ikki kann taka lut í EM-endaspælinum hjá kvinnum, ið verður í summar. Ístaðin sleppur Portugal við.
Avgerðin at útihýsa russiska kvinnulandsliðið er bert ein av mongum, sum UEFA hevur tikið í gjár, mánadagin.
UEFA hevur eisini avgjørt, at russisk feløg ikki sleppa at taka lut í Champions League, Europa League ella aðrar evropeiskar kappingar hjá bæði monnum og kvinnum komandi kappingarár.
Frammanundan er A-landsliðið hjá Russlandi útihýst frá at taka lut í Nations League, sum byrjar í juni mánað, og so hevur UEFA eisini avgjørt, at Russland ikki sleppur upp í part at bjóða seg fram sum vertstjóð fyri EM-endaspælið í 2028 ella 2032, hóast Russland hevur givið til kennar, at landið er meir enn sinnað at skipa fyri einum EM-endaspæli.