UEFA til lýsarar: Tit kunnu gott brúka ælabogalitir í øllum vertsbýum uttan í Baku og Sankta Pætursborg

Evropeiska fótbóltssamgongan hevur biðið lýsarar um at lata vera við at brúka ælabogalitir í sínum lýsingum í tveimum av 11 EM-vertstjóðum

Sigurjón Einarsson
3. juli 2021 kl. 09:41

Ælabogalitir hevur verið eitt av stóru umrøðuevninum undir hesum EM-endaspælinum – og tað sær ikki út til at enda enn.

Í gjár kom fram, at UEFA hevur biðið lýsarar um at lata vera við at brúka ælabogalitir í sínum lýsingum í Aserbadjan og í Russlandi. Tað boðar týski bilframleiðarin Volkswagen frá, sambært Ritzau.

Volkswagen og aðrir lýsarar hava annars dúgliga brúkt ælabogalitir í sínum lýsingum, eftir at hetta evnið gjørdist aktuelt, tá UEFA ætlaði at sekta Manuel Neuer og týska fótbóltssambandið, tí týski málmaðurin hevði brúkt eitt ælabogaarmband. Nakrar dagar seinni kunngjørdi UEFA so, at fótbóltssamgongan ikki gjørdi meira við málið.

Nakrar dagar seinni gjørdist evnið aftur aktuelt, tá borgarstjórin í München ætlaði at lýsa Allianz Arena upp við ælabogalitum til dystin millum Týskland og Ungarn, men UEFA segði nei, tí hon metti hetta vera eitt politiskt átak í samband við, at Ungarn fyri kortum hevur samtykt eina lóg, sum til dømis forbjóðar upplýsandi tilfar í skúlabókum og í sjónvarpi, ið kann styðja homoseksualitet fyri ung undir 18 ár.

Endin var, at Allianz Arena varð lýst upp við hvítum litum, meðan fleiri aðrir leikvøllir í Týsklandi vórðu lýst upp við ælabogalitum hetta kvøldið, tá Týskland og Ungarn hittust í München.

Og nú – á triðja sinni undir hesum EM-endaspælinum – tykist evnið um LGTBQ+-rættindi aftur vera komið á breddan.

– Vegna stúranina hjá UEFA um tær løgfrøðiligu rammurnar fyri leikvøllirnar í Russlandi og Aserbadjan, so hevur evropeiska fótbóltssambandið kunngjørt fyri okkum, at tað er ikki møguligt hjá okkum lýsarum at brúka ælabogalitir í okkara lýsingum í Sankta Pætursborg og Baku, skrivar Volkswagen í einum tíðindaskrivi til AFP-tíðindastovuna.

Ein talsmaður fyri UEFA sigur við AFP, at fótbóltssamgongan stuðlar boðskapinum, men at lýsarar verða bidnir um at virða løgfrøðina á staðnum.

– Og tað hevur víst seg ikki at vera tilfelli í Baku og Sankta Pætursborg, er UEFA-talsmaðurin siteraður fyri.  

Volkswagen upplýsir, at tey harmast yvir hesa tilgongdina hjá UEFA. Bilframleiðarin hevur tó fingið loyvi til at halda fram við at brúka ælabogalitir í hinum londunum restina av EM-endaspælinum.

Danmark spælir fjórðingsfinalu móti Kekkia í Baku í kvøld, og tá vera so eingir ælabogalitir at síggja kring vøllin.

/ritzau/