Uefa tekur mál upp um málmann sum bleiv sligin í høvdið

Málmaðurin hjá Sevilla, Marko dmitrovic, varð hósdagin álopin av einum manni, sum rann á vøllin undir Europa League dysti millum Sevilla og PSV Eindhoven

Ragnar Sjúrðarson
25. februar 2023 kl. 11:10

Marko Dmitrovic fekk lukkuvís ikki nakran skaða tá hann fekk eitt slag frá fjepparanum, sum fá sekund frammanundan hevði runnið á vøllin við tí fyri eyga, at skaða málmannin. Tað gekk ikki long tíð so hevði Dmitrovic lagt mannin niður.

Serbiski málverjin var, av góðum grundum, als ikki nøgdur við tað, hann júst hevði upplivað.

-    Eg havi aldrin upplivað nakað líknandi. Eg haldi munn, so eg ikki sigi tað eg í veruleikanum hevði hug at gera í hasu løtuni.

-    Hann vildi skaða meg, og tað er ein vanæra, at slíkt kann henda á vøllinum. Uefa má taka málið upp, ljóðaði tað frá málmanninum í samrøðu eftir dystin.

Og tað ger Uefa nú, váttar fótbóltssambandið fyri The Athletic.

Hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri PSV Eindhoven er ringt at gita um, men Uefa hevur áður givið bøtur til fleiri europeisk lið í sambandi við fólk, sum renna á vøllin ella skapa ófrið á áskoðarplássunum.