UEFA er komið við einari umbering til Liverpool og viðhaldsfólk hjá felagnum úr Meresyside í Onglandi. Hetta, tí evropeiska fótbóltssamgongan tekur ábyrgd fyri ruðuleikarnar uttanfyri Stade de France-leikvøllin í samband við Champions League-finaluna í fjør millum Liverpool og Real Madrid, tá táragass varð sproytað móti fleiri Liverpool-viðhaldsfólkum.
Tað upplýsir BBC.
Viðhaldsfólk skuldu ígjøgnum nógvar forðingar, og tað gekk ógviliga seint at fáa fólk inn á leikvøllin. Tað hevði so við sær, at viðhaldsfólk stóðu sera tætt saman og bíðaðu leingi at sleppa inn. Summi gjørdust illa fyri, men heldur enn at hjálpa, so reageraði franska løgreglan við at sproyta táragass móti mannamúgvuni, sum ræðslusligin máttu taka sær til rýmingar.
Kanningarnevndin er millum annað komin fram til, at tað var eitt undur, at eingin læt lív í ruðuleikanum. Eisini rósar nevndin Liverpool-viðhaldsfólkunum fyri at tey vóru rólig, hóast ruðuleiki valdaði uttanfyri leikvøllin, ið hevði við sær, at dysturin byrjaði ein hálvan tíma seinni enn ætlað.
UEFA og fronsku myndugleikarnir góvu upprunaliga Liverpool-viðhaldsfólkum skuldina fyri ruðuleikan, tí tey vóru komin ov seint til leikvøllin - og at fleiri ikki høvdu atgongumerki, men av tí at fleiri tíðindafólk og sjónvarpslið vóru til staðar uttanfyri vøllin, sum kundu greiða frá, hvat í veruleikanum hevði gingið fyri seg, so bað UEFA tríggjar dagar eftir finaluna um eina kanning av hendingunum, sum bleiv almannakunngjørd í gjár, mánadagin.
Frágreiðingin kemur við 21 uppskotum til betringar.
Í kjalarvørrinum av frágreiðingini, kemur UEFA við einari umbering til Liverpool-viðhaldsfólk – bæði fyri tað, ið hendi uttanfyri Stade de France, men eisini fyri útsagnirnar aftaná.
UEFA sigur eisini, at tey viðhaldsfólk, ið vóru fyri órøttum, kunnu fáa peningin aftur fyri atgongumerkið.
Real Madrid vann dystin 1-0.
The Guardian hevur gjørt hesa stutta samanumtøku av kaotisku hendingunum í París í mai í 2022: