UEFA gevur Ukraina boð um at broyta sniðið á búnanum

Fótbóltssambandið í Ukraina hevur fingið boð frá UEFA, at broyta sniðið á búnanum. Avgerðin kemur, eftir at Russland hevur klagað um búnan

Sigurjón Einarsson
11. juni 2021 kl. 12:45

Eftir miklan orðadrátt um sniðið á búnanum hjá Ukraina millum Russland og Ukraina, komu harraboð til ukrainska fótbóltssambandið í gjár – ein dag áðrenn EM-endaspælið byrjar: Broytið búnan!

Tað vita tíðindastovurnar Reuters og AP at siga frá.

Tað er slagorðið “Ærað verið hetjurnar”, ið er skrivað inn í búnan, sum UEFA nú vil hava burtur úr gula búnanum hjá Ukraina.

Harvið fær Ukraina loyvi til at varðveita merkið av Ukraina, ið er printað á bringuna, sum eisini nógv orrusta hevur verið um seinastu tíðina frá russiskari síðu.

Prikkaðu linjurnar av ukrainska landakortinum hevur tikið Krim-hálvoynna við, sum Russland annars legði undir seg í 2014, eftir umstrídda fólkaatkvøðu á hálvoynni.

Saman við altjóða samfelagnum, heldur Ukraina framvegis, at Krim er enn partur av Ukraina.

UEFA: Slagorðið er politiskt

Avgerðin hjá UEFA er, sambært The Moscow Times, fallin í góða jørð í Russlandi, hóast russar eisini vildu hava prikkaðu linjurnar av Krim-hálvoynni vekk. Myndugleikarnar í Ukraina royna hinvegin at fáa UEFA at broyta hesa avgerð.

Evropeiska fótbóltssamgongan hevði annars góðtikið allar búnarnar fyri nøkrum mánaðum síðani, men nú – í síðstu løtu – hevur UEFA tikið avgerð um, at Ukraina kortini skal broyta sniðið.

– Slagorðið verður mett at vera politiskt, tí tað hevur ein søguligan og hernaðarligan týdning, skrivar UEFA í avgerðini, sambært Reuters.

Tí skal slagorðið “Ærað verið hetjurnar” burtur, men Ukraina fær loyvi til at varðveita landakortið við Krim á, tí tað er í samsvari við ST, sambært avgerðini hjá UEFA.

“Ítróttur og politikkur eigur at vera skilt sundur”

Tað var forsetin fyri ukrainska fótbóltssambandið, Andriy Pavelko, sum í einum videobrotið seinasta sunnudag kunngjørdi nýggja búnan hjá landsliðnum.

– Tað er okkara trúgv, at skuggamyndin av Ukraina fer at geva okkara leikarum styrki, tí teir stríðast fyri alt Ukraina, sigur Pavelko í videobrotinum.

Sambært ukrainskum miðlum, er nýggja landsliðstroyggjan longu útseld.

Eisini forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, hevur lagt fleiri myndir av landsliðstroyggjuni á sín Instagram-vanga, har hann millum annað skrivar í einum uppslagi, at hesi merki á búnanum eru við til at samla ukrainska fólkið.

Hetta átakið fekk russar til at reagera í stundini, og ein almenn klaga varð send til UEFA týsdagin.

Talskvinnan fyri russiska uttanríkisráðið segði í gjár, at “ítróttur og politikkur eigur at vera skilt sundur”.

– Ítróttur er ikki ein krígssona, men eitt stað, har vit kappast. Tað er heldur ikki ein politiskur stríðsvøllur. Gerist ítróttarhetjur, so fáa tit tykkara æru, sigur talskvinnan, sambært Reuters.

Ukraina spælir sín fyrsta dyst sunnudagin móti Niðurlondum, meðan Russland spælir móti Belgia leygardagin.