UEFA flytir Champions League-finaluna til París

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur tikið avgerð at flyta ársins Champions League-finalu frá Sankta Pætursborg til París

Sigurjón Einarsson
25. februar 2022 kl. 10:36

Ársins Champions League-finalan verður ikki spæld í russiska býnum Sankta Pætursborg.

UEFA hevur nú fyrrapartin havt fund um spentu støðuna millum Russland og Ukraina, og hevur í hesum sambandi tikið avgerð at flyta finaluna til Stade de France í París, sigur fótbóltssamgongan í einari fráboðan.

Russland hevur gjørt innrás í Ukraina, og tí setti UEFA ein bráðfengisfund á skrá í dag, har bara hetta málið var á skránni. Tíðindastovan AP visti longu í gjár at siga, at finalan fór at verða flutt, men at spurningurin tí í dag fór at vera, hvar finalan skuldi flytast til.

Leikvøllurin í Sankta Pætursborg bleiv bygdur í sambandi við HM-endaspælið í 2018, og tað var risastóra russiska orkufelagið Gazprom, ið bygdi leikvøllin. Gazprom er eisini ein týdningarmikil sponsorur hjá UEFA.

Champions League-finalan verður spæld tann 28. mai. Hetta er fyrstu ferð síðan 2006, at Frakland fær heiðurin at verða vertsbýur fyri einari Champions League-finalu.

Stade de France tekur 81.000 fólk.