UEFA dregur í land

Evropeiska fótbóltssamgongan hevði í umbúnað at revsa Manuel Neuer og týska fótbóltssambandið fyri at liðformaðurin bar eitt ælaboga armband, men nú dregur UEFA í land

Sigurjón Einarsson
21. juni 2021 kl. 11:00

Tað vakti ans, tá liðformaðurin á týska landsliðnum, Manuel Neuer, hevði eitt ælaboga armband á arminum, tá Týskland vann 4-2 á Portugal leygarkvøldið.

Hetta bleiv av nógvum fatað sum ein sterkur boðskapur, at týski liðformaðurin bar hetta armbandið, men eftir dystin segði UEFA, at tey fóru at hyggja nærri eftir hesum politiska boðskapi, ið, sambært teimum, ikki er sambæriligt við reglugerðir hjá UEFA.

Men nú er greitt, at UEFA ger ikki meira við málið.

Hetta hendir, eftir at ábreiðslur hava skolað yvir fótbóltssamgonguna, sum nú hevur fingið UEFA at droppa málið.

Tað skrivar týska fótbóltssambandið á Twitter í gjárkvøldið.

– UEFA hevur í dag boða frá, at tey gera ikki meira við málið um ælaboga armbandið, sum Manuel Neuer bar í seinasta dysti. Í einum brævi er armbandið lýst sum eitt lið-symbol fyri ymisleika og er tí ein góð sak, skrivar UEFA, sambært DFB.

Roknað verður við, at UEFA fær sína sak fyri, tá Týskland og Ungarn hittast mikudagin, tí tann dysturin fer at hava nógvar politiskar undirtónar – sum týskarar ætla at markera.

Í síðstu viki samtykti ungverska tingið ein lóg, sum ger tað ólógligt at bera fram ella miðla innihald, sum kann fremja samkyndleika til børn undir 18 ár, og tí er í uppskoti at lýsa Allianz Arena í München upp við ælabogalitum, har dysturin verður spældur mikudagin.

– München stuðlar ymisleika, tollyndi og líkleika í ítrótti og í samfelagnum, stendur at lesa í einum skrivi frá øllum seks flokkum í býráðnum í München til borgarstjóran í býnum, Dieter Reiter.

– Á dystardegnum, tá Týskland og Ungarn hittast, ynskir býráðið at senda ein sjónligan boðskap um solidaritet til LGBT-samfelagið í Ungarn, ið líðir undir nýggju lóggávuni, sum er trumfað ígjøgnum av ungverska parlamentinum, skriva flokkarnir í býráðnum.