Ongi úrslit

U21-landsliðið: Fransmenn fáa av at vita

Franskur miðil leggur ikki fingrarnar ímillum, eftir at franska U21-landsliðið bert fekk javnleik í Føroyum

Sigurjón Einarsson
7. sepember 2021 kl. 10:41

Størsti ítróttarmiðilin í Fraklandi, L'Équipe, fer illa við franska U21-landsliðnum og venjaranum, eftir at franska liðið bert megnaði at fáa ein javnleik á Ovara vølli í Gundadali í gjár.

Á Twitter skrivar miðilin millum annað soleiðis:

“Vit spældu javnleik móti einum landi, ið hevur lægri BTÚ enn marknaðarvirði hjá Camavinga” (Eduardo Camavinga er júst seldur fyri 300 milliónir krónur til Real Madrid, red.).

“Hvussu kunnu vit spæla javnleik móti Føroyum? Ah, tað er sjálvandi Sylvain Ripoll (venjarin, red.). Hann kann drepa eitt gylt ættarlið”.

“Tann gylta tíðin hjá fronskum fótbólti er yvirstaðin”.

L'Équipe endar sína Twitter-boð frásøgn við bert at siga: “48.000 íbúgvar...”

Seinni í gjárkvøldið skrivaði L'Équipe eina longri grein um U-21-landsdystin millum Føroyar og Fraklandi.  

Soleiðis byrjar greinin:

"Hóast franska liðið stýrdi dystinum, so fingu Føroyar mál vegna málmansvillu frá Illan Meslier, og tí megnaði franska liðið ikki meira enn at fáa ein javnleik 1-1".

Franski miðilin skrivar viðari, at eftir at føroyska liðið fekk eina gávu frá Leeds-málverjanum, Illan Meslier, tá hann sendi eina sending, sum Steffan Løkin var skjótur at fanga og trilla í tóma málið. Eftir hetta gjørdist tað torført fyri teir bláu, tí mótstøðuliðið vardi væl.

Fransmenn funnu ikki loysnirnar, hóast eitt hav av málmøguleikum, skrivar L'Équipe, og endar greinina við at skriva soleiðis:

“Við sínum graslíkisvølli og í ísakalda regninum, líktist lítli leikvøllurin í Havn einari fellu. Hendan fellan fangaði teir bláu, sum harvið misti eitt týðandi fet á leiðini at vinna sær luttøku til Euro 2023”.

Myndarøð frá FSF kann síggjast niðanfyri:

Myndir: FSF

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00