U21 liðið hjá B71 eru greipuvinnarar

Tað var nógvur dramatikkur á Tórsvølli í kvøld, hóast B71 longu undan dystinum hevði tryggjað sær meistaraheitið

Ragnar Sjúrðarson
16. oktober 2024 kl. 22:53

Í kvøld var punktum sett við U21 kappingina hjá monnum. B36, sum longu hevði tryggjað sær silvurið, tók ímóti B71, ið longu hevði vunnið føroyameistaraheitið.

B71 legði bragdliga fyri og førdi 2-0 í hálvleikinum. B36 megnaði ongantíð at seta seg ordiliga á dystin, og miðskeiðis í seinna hálvleiki byrjaði tað at ganga hart fyri seg. Fyrst fekk B71 ein mann útvístan, síðani fekk heimaliðið ein mann útvístan, og í seinastu minuttunum var ein verjuleikari hjá B71 ov seinur í eina glíðandi takkling í egnum brotsteigi, og fekk sítt seinna gula kort.

Dómarin dømdi brotspark, sum B36 misnýtti.

Sostatt endaði dysturin 2-0 til B71 í ársins seinasta dysti.

B71 vann fyri nøkrum vikum síðani steypafinaluna, eftir longdari leiktíð og brottsparkapping, móti fuglfirðingum og kunnu sostatt kalla seg greipuvinnarar.