– Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og eg gleði meg at sleppa í gongd, sigur nýggi venjarin hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.
Mánadagin undirskrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Eyðun Klakstein avtalu, ið inniber, at frá 1. januar 2023 tekur royndi venjarin úr Klaksvík við høvuðsábyrgdini av U21-landsliðnum. Avtalan er galdandi komandi tvey árini.
Hjálparvenjari verður, enn sum áður, Atli Gregersen.
Í seinastu EM-undankapping vóru Føroyar í bólki H, saman við Fraklandi, Ukraina, Serbia, Norðurmakedónia og Armenia. Og tað eydnaðist føroyska liðnum at fáa tveir sigrar og fýra javnleikir. Millum annað spældu okkara dreingir javnt 1-1 móti Fraklandi, sum vann bólkin greitt.
Lutakastið til EM-undankappingina 2023-2024 verður í Nyon í Sveis 2. februar.