U21: Áki fyri Aleksandur

Áki Johannesen skal avloysa Aleksandur Jensen, tá U21-landsliðið hjá monnum í fótbólti skal spæla um nakrar dagar. Aleksandur Jensen hevur fingið ein snudd, boðar FSF frá.

Katrin Erlendsdóttir
29. august 2021 kl. 16:41

Ein broyting er farin fram í U21-landsliðshópinum í fótbólti, sum Sámal Erik Hentze annars hevði tikið út. B68-leikarin Aleksandur Jensen hevur fingið ein snudd í dysti um vikuskiftið og hevur givið avboð. Í hansara stað kemur liðfelagi hansara Áki Johannesen. Hesum boðar FSF frá.

Føroyska U21-landsliðið skal í morgin til Armenia, har liðið skal spæla EM-undankappingardyst hósdagin. Seinni dysturin í hesum umfarinum verður mánadagin 6. september móti Fraklandi á Svangaskarði. 

Eftir broytingina eru teir úttiknu hesir:

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Dann Fróðason, 07 Vestur

Børge Petersen, KÍ

Noah Hans Mneney, Víkingur

Pætur T. Skipanes, NSÍ

Ási P. Dam, HB

Elias El Moustage, EB/Streymur

Stefan Radosavljevic, HB

Ingi Jonhardsson, Víkingur

Símun Sólheim, EB/Streymur

Stefan Løkin, B68

Áki D. Samuelsen, HB

Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

Andrass Johansen, B36

Heini F. Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Áki Johannesen, B68

Bárður Ó. Jensen, B68