Seinastu dagarnar hevur føroyska U19-landsliðið við dreingjum luttikið í EM-undankapping í Kroatia.
Í Kroatia møti Føroyar trimum sterkum mótstøðuliðum, ið ikki vóru til at vika. Føroyar løgdu fyri við at tapa 6-0 fyri Kroatia, og síðan fór Ísrael avstað við einum 2-0 sigri, eftir at føroyska liðið stutt fyri steðgin fekk mann riknan av vølli.
– Móti Ísrael skuldu vit fingið minst eitt stig. Gamaní vinna teir við tveimum, men vit vóru noyddir at spæla allan seinna hálvleik við 10 monnum, og tað gjørdi tað sjálvandi trupult. Sum heild vóru vit væl við, og tað var ikki fyrr enn langt inn í yvirtíðina, at teir avgjørdu dystin. Spell, tí okkara stríddust heilt ómetaliga væl, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, við heimasíðuna hjá Fótbóltssamband Føroya.
Í seinasta dystinum, sum var móti Finnlandi, fekk føroyska liðið eina dreymabyrjan. Spældir vóru ikki meir enn tveir minuttir, so hevði Heini Sørensen lagt Føroyar á odda. Men gleðin var stokkut. Bara tveir minuttir seinni var javnleikur, og tá liðini fóru til hálvleik stóð 5-1 til Finnland á máltalvuni, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.
– Samanumtikið spældu vit tríggjar góðar hálvleikir, og tríggjar minni góðar. Harafturat høvdu vit tað trupult á regnvátu vøllunum, og mugu eisini ásanna, at okkara botnstøði var alt ov lágt, sigur Sigfríður Clementsen.
Kelda: Fótbóltssamband Føroya