Í gjár tapti føroyska U19-landsliðið við dreingjum 3-1 fyri Belgia. Málið hjá Føroyum skoraði Ejvind Restorff Mouritsen úr Havnar Bóltfelag.
Talan var um tann fyrsta av trimum venjingardystum, sum vera leiktir komandi dagarnar. Venjingarlegan er partur av fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia frá 14. til 23. november. Allir dystirnir á venjingarleguni verða leiktir á Pinatar Arena í Pinatar, sum liggur í landsynningshorninum av Spania.
Næsta mótstøðuliðið hjá føroysku dreingjunum er Ongland. Tann dysturin verður leiktur í morgin. Seinasti dysturin verður leiktur mánadagin, tá eitur mótstøðuliðið Holland.
Hóast mótstøðuleikararnir eru ein árgang yngri enn teir føroysku, so er talan um ógvuliga sterka mótstøðu, tí Belgia, Ongland og Holland teljast øll millum heimsins bestu fótbóltstjóðir.
Hópurin, sum Sigfríður Skaale Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sendi boð eftir í fyrr í mánaðanum sær soleiðis út:
Hópurin
Dánjal Danielsen, AB
Carl Mikkelsen, B36
Marius Árting Allansson, B36
Fayo Kruse, EB/Streymur
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Ejvind Restorff Mouritsen, HB
Rani Wenningsted Sørensen, HB
Áki Samuelsen, HB
Svend Danielsen, B68
Jóhann Jøkladal Højbro, ÍF
Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Dávid Andreasen, KÍ
Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ
Silas Ólavsson Gaard, KÍ
Johan Josephsen, KÍ
Elias Isaksen, Víkingur
Áki Magnussen, Víkingur
Bartal Einarsson Petersen, TB
Andreas Midjord, TB