Næstu trý árini verður Flogbóltssamband Føroya vertur fyri árligu NEVZA kappingini. Annaðhvørt ár er kappingin undankappingin til U20 Eurovolley kappingina, og annaðhvørt ár er kappingin ein vanlig NEVZA kapping. Føroyar, Ísland, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland hava møguleika at luttaka.
Í ár er kappingin ein vanlig NEVZA kapping, og komandi ár verður talan um eina Eurovolley undankapping.
Føroysku liðini hava fyrireikað seg í eina tíð, og eru bæði liðini fyri kvinnur og fyri menn nú úttikin.
Venjararnir hjá U19 kvinnunum, Ragnar í Haraldstovu og Hanna Andriasdóttir Olsen hava úttikið hesar 12 leikararnar til kappingina:
Nicola Toftegaard
Saranja Mouritsen
Bára Leonsson Mouritsen
Marita Heinadóttir
Osla Johannesen
Maria Teresa Vitalis
Arina Joensen
Sofía Weihe Simonsen
Anja Sólja Niclasen
Ása Thorkildshøj
Ranja Jóhannesdóttir Magnussen
Miriam Johannesen (vantar á myndini).
Venjararnir hjá U19 monnunum Boban Ilic og Oleksandr Dmytriiev hava úttikið hesar 12 leikararnar til kappingina:
Tóki í Haraldstovu
Filip Ilic
Elias Ellingsgaard Petersen
Vuk Ilic
Róar í Haraldstovu
Adrian Lind Jacobsen
Árni Lamhauge Mohr
Óli Kluftá Hvítklett
Hákun Nón
Rani Ákason (vantar á myndini)
Silas Poulsen (vantar á myndini)
Lukas Poulsen (vantar á myndini)
Føroyski U19 kvinnurnar leggja fyri fríggjadagin kl. 10.00, tá tær hitta Noreg, ímeðan U19 mennirnir leika teirra fyrsta dyst frígjadagin kl. 13.00 ímóti Svøríki.