U19 dreingir: Møta Skotlandi og Turkmenistan í september

Fyrst í september mánað fer U19-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Spania, har liðið skal spæla tveir venjingardystir móti Skotlandi og Turkmenistan

Ragnar Sjúrðarson
20. august 2024 kl. 14:40

FSF:

Sum liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum er á skránni í heyst, fer U19-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Pinatar í Spania frá 3. til 10. september.

Umframt venjingar, skal føroyska liðið eisini spæla tveir venjingardystir, sum vera ímóti Skotlandi og Turkmenistan. Báðir dystirnir vera á Pinatar Arena í Pinatar, sum liggur úti við Miðjarðarhavið í landsynningspartinum av Spania.

Øssur Hansen er venjari hjá U19-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru boðsendir til venjingarleguna í Spania.

Hópurin
Sámal á Steig, 07 Vestur
Jónatan Nattestad, 07 Vestur
Jónas Prior, 07 Vestur
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Torkil Holm, TB
Aron Arnoldsen, TB
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur
Mattias Hellisdal, B36
Rúni Kjærbo, HB
Baldur Niclasen, HB
Djóni Samuelsen, HB
Sjúrður Henriksen, AB
Bartal Páll Klein, B68
Markus Isaksen, Skála
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)

EM-undankappingin hjá U19 verður í Kosovo frá 11. til 20. november, og tá eru Føroyar í bólki saman við Kosovo, Spania og Eysturríki.