U18-kvinnur: Danmark greiðan sigur

Sterka danska landsliðið vann greitt á føroysku U18-kvinnunum í HM-endaspælinum í Norðurmakedonia í dag.

Katrin Erlendsdóttir
31. juli 2022 kl. 23:11

Føroyar taptu 31-20 fyri Danmark í dag, eftir at støðan var 18-11 í hálvleikinum. Okkara kempaðu væl allan dystin, men møttu vit í dag einum av heilt sterku liðunum í kappingini. Toppskjútti á føroyska liðnum gjørdist strikuspælarin Barbara Hammer við fimm málum.

Næsti dystur verður týsdagin móti Eysturríki.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Barbara Hammer 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 3
Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe 3
Lea Mohr 2
Lukka Arge 1
Bjørk Franksdóttir Joensen 1
Karin Egholm 1

Kelda: Hondbóltssamband Føroya