– Fyrsti og annar dysturin í kappingini vóru avbjóðandi og strævnir. Leikferðin var høg, og alt hendir nógv skjótari og oftari. Men tað er samstundis við til at menna okkara gentur, og tað hevur størsta týdningin, sigur venjarin, Pauli Poulsen við heimasíðuna hjá FSF.
Seinastu dagarnar hevur U17-landsliðið við gentum tikið lut í NM-kapping í Noregi. Føroyar vóru í bólki saman við Danmark, Finnlandi og India, ið eins og Holland luttók sum gestaland í kappingini.
Móti Danmark og Finnlandi tapti føroyska liðið greitt, meðan dysturin móti India endaði við málleysum javnleiki. Í NM eru reglurnar tó soleiðis, at stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, skal dysturin avgerast við brotssparkskapping, og tá vóru okkara stinnari og vunnu 4-2.
– Dysturin móti India var sum heild javnur. Genturnar arbeiddu væl alla tíðina, og fingu eisini prógva, at føroyskur kvinnufótbóltur kann fáa úrslit. Tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Pauli Poulsen.
Næst á skránni hjá føroysku U17-gentunum er EM-undankapping í Bulgaria í november, har Føroyar eru í bólki saman við Bulgaria og Kroatia.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo