Føroyska U17-landsliðið hevur seinastu dagarnar luttikið í NM kapping í Norra. Úrtøkan gjørdist ein sigur og tvey tap.
Føroyar løgdu fyri við teprum 1-0 tapi fyri Svøríki, men í seinna dystinum vunnu okkara dreingir við einum máli móti ongum móti Norðurírlandi. Føroyska málið skoraði Thomas Bjørn Miezan, ið herfyri skifti frá HB til FC Keypmannahavn.
Thomas Bjørn Miezan gjørdi málið, tá føroyku U17-dreingirnir vunnu 1-0 á Norðurírlandi (Mynd: Runi Klein Joensen)
– Tað var fantastisk at vinna móti Norðurírlandi, og eg haldi eisini, at sigurin var fult uppiborin. Vit vóru betri á nærum øllum plássum á vøllinum. Og sum heild eru vit hampiliga væl nøgdir við kappingina, sigur Fróði Benjaminsen, ið vanliga er hjálparvenjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, men sum til NM kappingina í Norra stóð á odda fyri liðnum, meðan Eyðun Klakstein var burturstaddur.
Í dag var seinasti dysturin á skránni, tá Føroyar møttu Onglandi. Hóast føroyska liðið var nógv darvað av skaðum, so megnaðu okkara menn at geva onglendingum ein skarpan gang, og var eitt sindur meira av hepni við okkara dreingjum, so høvdu teir eisini fingið okkurt mál. Serliga ta einu ferðina var nær við, tá Thomas Bjørn Miezan rakti stongini. Men tá avtornaði fór Ongland tó við øllum og vann dystin 3-0.
Teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu móti Onglandi (Mynd: Rúni Klein Joensen)
Næst á skránni hjá U17-dreingjunum er EM-undankapping í Portugal í november, har Føroyar eru í bólki saman við Portugal, Slovenia og Kasakstan.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo