Hetta er nú greitt, eftir at EHF hevur kunngjørt styrkismetingina fyri U17-kvinnur, har Føroyar er styrkismettar sum nummar 21. 24 lond luttaka í EM-endaspælinum, ovastu 20 londini sleppa beinleiðis til kappingina, meðan fýra tey seinastu plássini verða avgjørd við undankapping. Tá Russland, sum er styrkismett sum nummar 19, er útihýst úr altjóða hondbólti í løtuni, sleppa Føroyar beinleiðis til endaspælið, sum verður leikt í Montenegro í juli og august í 2025.
Hetta skrivar Hondbóltssambandið í tíðindaskrivi í dag.
Føroysku U17-kvinnurnar (U16 í løtuni) leiktu fyri stuttum sínar fyrstu landsdystir, har tær vóru í Íslandi og spældu tveir vinardystir. Føroyar taptu tá 25-24 og 32-23 fyri Íslandi. Næsta uppgávan verður European Open, sum byrjar 1. juli í Gøteborg. Føroyar eru í bólki saman við Kroatia, Noreg, Íslandi og Litava.
David Edvardsen og Tróndur Kragesteen eru venjarar hjá U17-landsliðnum hjá kvinnum.