Venjararnir hava úttikið hesar genturnar: Aftanfyri frá vinstru: Arina Joensen, Maia Jóhansdóttir á Lakjuni, Saranja Mouritsen, Miriam Karlsdóttir Johannesen, Nomi Idarsdóttir Beck og Marie Teresa Vitalis. Frammanfyri frá vinstru: Sofía Edvinsdóttir, Osla Johannesen, Eva Kallsberg Jacobsen og Marjum á Mýrini. Ása Thorkildshøj og Ranja Jóhannesdóttir Magnussen vænta á myndini.
U17 gentulandsliðið í flogbólti er úttikið
U17 gentulandsliðið skal luttaka í CEV-NEVZA kapping 14. til 16. oktober í Ikast í Danmark
Flogbóltssamband Føroya
30. september 2024 kl. 19:05
Venjararnir Helen á Lakjuni og Mateusz Pazgan hava úttikið 12 gentur til U17 gentulandsliðið í flogbólti. Landsliðið fer hin 13. oktober til Ikast í Danmark, har tær skulu luttaka í árligu CEV-NEVZA kappingini.
NEVZA er norðuratlantiska økið í CEV har Ísland, Føroyar, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland luttaka.
Tað er enn ikki heilt greitt, hvat av hesum londunum Føroyar koma í innleiðandi bólk við.