U15 leikarar í badminton kappast í Farum

Ferðaliðið fór av landinum mikudagin

Badmintonsambandið
10. mai 2024 kl. 20:00

Mikudagin fóru 15 spentir badmintonleikarar til kapping í Farum. Kappingin byrjaði í morgun, og heldur áfram næstu dagarnar. Leikararnir luttaka í M og A rekkjuni.

Hetta er ein afturvendandi kapping, sum Badmintonsambandið velur at senda U15 leikarar til. Umstøðurnar at spæla og gista eru góðar, og nógvir leikarar úr øðrum londum luttaka eisini.

Tey, sum umboða Føroyar eru:

Símun T. Sigvardsen, HBF
Beinir Weihe, HBF
Páll V. Laksafoss, HBF
Hansina Mouritsen, HBF
Óðin Eldevig, HBF
Boas á Reynatrøð, ÍF
Jóhannus Lamhauge, ÍF
Jónas Festirstein, KBF
Mannbjørn Mouritsen, HBF
Sarita Kvilt, HBF
Inga Guðrin Samuelsen, HBF
Tóra Erlandsdóttir, HBF
Jens Marius Hentze, HBF
Sólfinnur F. Luid, HBF
Tístram Hammer, HBF

Ferðaleiðarar á túrinum eru Erland Poulsen og Birita K. Samuelsen.

Venjari hjá føroysku leikarunum er Rúni Øster.