Tvær spennandi avbjóðingar standa fyri framman hjá U15-landsliðnum við gentum í komandi mánað.
Frá 22. til 28. august er Baltic Cup 2022 á skránni, har mótstøðuliðini vera Estland, Lettland og Litava. Men áðrenn fráferð til Riga í Lettlandi, har kappingin verður, skulu genturnar spæla tveir venjingardystir móti Íslandi.
Fyrri dysturin verður á Svangaskarði á Toftum týsdagin 16. august, og seinni venjingardysturin móti íslendingum verður á Tórsvølli hósdagin 18. august.
Sigtór Petersen er venjarin hjá U15-gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Allani Smedemark, hevur hann úttikið 20 spælarar til venjingardystirnar og Baltic Cup.
Hópurin
Anna á Borg, FC Hoyvík
Bjørk Maria Joensen, FC Hoyvík
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Elisabeth Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Kára Sigurðsson, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Eyðna Gaard, KÍ
Hanna Ellefsen, MB
Naomi Hansen, NSÍ
Valbjørg Davidsen, NSÍ
Jonna á Regni Højgaard, NSÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Hansina Nesá, Víkingur
Fríða Lamhauge, Víkingur
Reima Isaksen, Víkingur
Hannah Warner, B71
Bjørt Akselsen, B36
Skráin
16. aug. Føroyar – Ísland (á Svangaskarði)
18. aug. Føroyar – Íslandi (á Tórsvølli)
24. aug. Estland – Føroyar (Baltic Cup 2022)
25. aug. Lettland – Føroyar (Baltic Cup 2022)
27. aug. Føroyar – Litava (Baltic Cup 2022)
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo