– Tað er einki at ivast. í, at vit hava fingið nógv burturúr, og tað er nógv, sum okkara gentur kunnu taka við sær eftir sovorðnar uppgávur. Í avgerandi løtum eru vit kanska ikki nóg neyvar, og tað er millum annað tað, ið vit kunnu læru í hesum dystunum, sigur Sigtór Petersen, ið er høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum.
Sum liður í fyrireikingunum til Baltic Cup 2022, sum verður í Lettlandi í komandi viku, hava U15-genturnar spælt tveir venjingardystir móti Íslandi.
Týsdagin hittust liðini á Svangaskarði á Toftum, og tá gjørdist úrslitið 5-1 til Ísland. Føroyska málið skoraði Ró Reginsdóttir, tá hon tók íslendsku verjuna á bóli og takklaði bóltin í málið. Eitt gott mál, sum vísti stríðsviljan hjá okkara gentum.
Seinni dysturin bleiv spældur á Tórsvølli hósdagin, og hesaferð var talan um ein heldur javnari dyst, sjálvt um úrslitið gjørdist 5-2 til Ísland. Um miðan seinna hálvleik kom veruligur spenngur í dystin, eftir at Ísland var komið á odda við trimum. Fyrst minkaði Eydna Olsen Dalheim til 3-1 við brotssparki, og bara ein minutt aftaná skoraði Kára Sigurðsson til 3-2.
Okkara gentur løgdu nú nógv fyri í strembanini eftir at fáa útjavnandi málið, men nærri komu tær tíverri ikki.
– Tað, sum serliga eyðkennir hendan árgangin er, at sjálvt um tað onkuntíð gongur ímóti og úrslitini ikki eru við okkum, so leggja tær altíð nógv fyri, og vísa altíð ein framúr arbeiðsinnsats. Tað gevur okkum góðar vónir til Baltic Cup, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo