Eftir sagnarkenda filmin um kópakonuna í Berlin, Undine, og tíðarleysa flóttan í Marseille í filminum Transit, er týski meistarin, Christian Petzold, frammi við nýggjum filmi - Roter Himmel. Týska filmsstjørnan, Paula Beer, hevur aftur høvuðsleiklutin. Hana sóu vit eisini í holoucaustfilminum Stella fyri tveimum vikum síðan.
Tá Leon og Felix (Thomas Schubert og Langston Uibel) koma til vøkru summarhúsini við týsku strondina í Eystrasalti, er ætlanin, at egosentriski Leon skal halda fram at skriva aðru bókina, og Felix skal fyrireika seg at sleppa inn á Listaháskúlan.
Men hin lívliga vertinnan, Nadja (Paula Beer), órógvar alt arbeiðið, ikki minst tá um kærleikan ræður. Men bráddliga verður himmalin upplýstur av skógareldi, ið náðileyst tekur seg fram eftir sólsvidna lendinum, og etur seg nærri og nærri vinfólkunum, sum eru í summarhúsinum við strondina.
Nýggjasti filmurin, eitt karakterdrama, hjá fremsta týska leikstjóranum, fekk Silvurbjørnina í Berlin. Týskir filmsummælarar, Verband der deutschen Filmkritik, hevur givið Roter Himmel virðisløn sum besti filmur í ár og við besta handriti. Altjóða ummælarar siga eisini, at hetta er stuttligasti filmur hjá hinum ofta álvarsma Petzold.
Næsti filmur er hin nýggi danski Fuld af kærlighed, sum Súsanna O. Skaale fer at innleiða.
Reyður himmal verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið klokkan 20.00.