Í Týsklandi er ein lóg júst blivin samtykt, ið ger tað møguligt at flokka fólk eftir einum triðja kyni. Tað upplýsa fleiri útlenskir miðlar
Talan er um at vera millumkyntur. Tað verður mett, at umleið 0,05% til 1,7% av fólki í heiminum eru fødd millumkynt. Hetta merkir, at ein persónur er føddur við kynsgøgnum, ið víkja frá teimum normunum, ið vit annars tilskila sum kvenkyns ella kallkyns. Ofta, tá fólk eru fødd soleiðis, verða tey tilskilað annaðhvørt kyni kallkyn ella kvennkyn, og so verða skurðviðgjørdir framdar, so persónurin líkist tí tilskilaða kyninum.
Men nú skal hetta ikki longur vera neyðugt í Týsklandi. Í 2014 hendi tað, at ein millumkyntur persónur fór á sína kommunuskrivstovu, og kravdi at broyta sítt kyn til millumkyn. Hetta bleiv avvíst, tí tað var rætt og slætt ikki lógligt. Men søgan vakti ans, og persónurin valdi at kæra lógina, ið ikki gav rætt til at vera millumkyntur. Eftir at kæran bleiv afturvíst fleiri ferðir, hevur týski hægstirætturin nú givið kæruni viðhald.
Sambært dr.dk, kemur hendan avgerðin í kjalarvørrinum av, at samkynt hjúnarlag eisini bleiv lógligt í Týsklandi. Týskland er eitt ógvuliga siðbundið samfelag, har siðvenjur og gamaldags kynsleiklutir enn trívast. Tí eru hetta tvey óvæntað stig, ið eru tikin í týskum politikki, men sum kanska kann bera boð um meira liberalar streymar í týskum hugsunarhátti.
Tað verður mett, at umleið 70.000 týskarir eru millumkyntir.
Týskland er sostatt tað fyrsta landið í Evropa at samtykkja eina slíka lóg. Onnur lond, ið hava gjørt tað, eru Australia, Ný Sæland, Pakistan, Nepal og India.