Tað verður ikki lagt upp til ein greiðan vinnara, nú týsku veljararnir skulu finna ein avloysara til Angelu Merkel, sum ikki stillar uppaftur hesaferð.
Stutt eftir, at hon gjørdi av ikki at royna seg aftur, lá Armin Laschet, sum er nýggjur formaður í CDU/CSU, væl fyri í veljarakanningunum, men ymisk viðurskifti hava gjørt, at hann hevur mist undirtøku, og nú er ivasamt, um hann klárar at halda tørn.
Megnar Laschet ikki tað, er Olaf Scholz, formaður í socialdemokratiska flokkinum, SPD, klárur at taka stafettina upp og skifta kós frá teirri borgarligu kósini, sum Týskland hevur verið á.
Tað hevur nakað at siga fyri heimin, hvat úrslitið av týska valinum verður. Týskland er lokomotivið í Evropa, og týski búskapurin hevur stóran týdning fyri restina av heiminum so at siga.
Og alt eftir hvørjar brillur tú hyggur ígjøgnum, reyðar ella bláar, verður úrslitið litað sum gott ella ringt.
Hvat tað verður, er ikki til at siga í løtuni, tí exitpoll-kanningarnar, sum eru kunngjørdar beint eftir valið, vísa ikki nakran greiðan vinnara.
- Týskland skal hava eina stjórn sum byggir á tríggjar flokkar. Tað kann blíva ein reyð, har SPD fer saman við teimum grønu og FDB, ella ein borgarlig útgáva, har CDU/CSU fara saman við somu flokkum. Líkamikið hvat man kemur fram til, so verður talan um eina stjórn, sum uppá hvør sín máta stendur við veikum leiðarum, sum í roynd og veru ikki hava nóg stóra undirtøku millum veljararnar, sigur Uffe Taudal, sum er korrespondentur fyri Berlingske í Týsklandi.