Týskland vann stórsigur ímóti Ungarn

Nú er tað greitt, at Frakland og Svøríki fríggjadagin fara at spæla hálvfinalu

Jóannes Hansen
22. januar 2024 kl. 21:45

35 – 28. So trivaligur var heimasigurin, tá ið Týskland í kvøld spældi fyri lívinum í EM kappingini í hondbólti. Mótstøðuliðið var Ungarn, sum hevur staðið seg so sera væl. Men í kvøld var eingin ivi. Týskland vann 35 – 28, og 19.750 áskoðarar í Køln bóru heimaliðið fram, og tað kendist sum um, at flestu av ivasomu dómunum koppaðu heimaliðnum til fyrimunar.

Leingi gekk tað javnt á, og hálvleiksstøðan var 18 – 17 til Týskland. Sum 2. hálvleikur leið, varð tað alt torførari hjá Ungarn at vinna seg til upplagdar møguleikar, og tað bar aftur við sær, at møguleikarnir vóru ikki meiri enn hálvir, tá ið ungverjarnir royndu ímóti málinum, og tað bar aftur við sær, at tað var lættari hjá týsku málverjunum at bjarga. Í 1. hálvleiki var talan um rættiliga fáar bjargingar.

Tá ið tað restaðu 10 minuttir, var Týskland frammanfyri 28 – 23, og so vann Týskland tryggan sigur.

At Týskland í kvøld vann ímóti Ungarn, ber við sær, at tað er greitt, at Frakland hevur vunnið bólkin, og at Frakland í hálvfinaluni fríggjadagin fer at spæla ímóti Svøríki. Hvør verður næstfremst í bólkinum og fríggjadagin fer at spæla hálvfinalu ímóti Danmark verður avgjørt mikudagin. Nú er Týskland favorittur at vinna næstfremsta plássið. Frakland hevur 8 stig, Týskland hevur 5 stig, og Ungarn og Eysturríki hava 4 stig.

Mikudagin sær skráin soleiðis út: Eysturríki – Ísland, Frakland – Ungarn og Týskland – Kroatia.

Í morgin sær skráin soleiðis út: Niðurlond – Portugal, Slovenia – Danmark og Norra – Svøríki.