Týskland hevur verið nógv kritiserað fyri, at landið er so bundið av innflutningi av russiskum gassi, men nú kann ein alternativ loysn vera á veg.
Tað skrivar miðilin Focus Online.
Týski veðurlags- og fíggjarmálaráðharin, Robert Habeck (Teir Grønu) hevur júst verið á vitjan í Doha, har hann gjørdi eina avtalu við emirin í Katar, Tamin bin Hamad Al-Thani, um eitt langfreistað orkusamstarv millum londini.
Katar er ein av heimsins størstu útflytarum av flótandi náttúrgassi (LNG), men Habeck upplýsir ikki fyri Focus Online, hvussu stórar veitingar talan kann verða um. Sambært týska ráðharranum, so gingu samráðingarnar væl, og at hendan avtalan fer at framskunda at gera LNG-mótøkustøðir í Týsklandi.
Avtalan millum Týskland og Katar handlar ikki bert um, at Katar veitir Týskalandi flótandi gass. Katar hevur eitt ynski at hava meira alternativa orku, og her kunnu millum annað týskar fyritøkur veita serkunnleika á økinum, sum partur av orkusamstarvinum.