Týskland letur nýggjan milliardastuðul til Ukraina
Týska stjórnin sigur í eini felags fráboðan tað vera umráðandi, at stuðla Ukraina so leingi tað er neyðugt
Ragnar Sjúrðarson
29. mars 2023 kl. 18:00
Týska stjórnin hevur avgjørt at senda 12 milliardir evrur – umleið 89 milliardir krónur – til Ukraina í hernaðarstuðli. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
3,2 milliardir evrir verða útgoldnar í ár, og hinar 8,8 milliardirnar verða útgoldnar millum 2024 og 2032.
- Við pengunum kann Ukraina keypa vápn beinleiðis við stuðli frá týsku stjórnini, sigur týska stjórnin í eini felags fráboðan.
- Tað er umráðandi, at stuðla Ukraina so leingi tað er neyðugt.