Týskland: Fingu saltvatn ístaðin fyri koronukoppseting

Týska løgreglan hevur illgruna um, at ein sjúkrasystir hevur í 8557 førum latið saltvatn ístaðin fyri koronukoppseting. Málið verður nú kannað.

Steinar Patursson
11. august 2021 kl. 09:12

Í Týsklandi eru 8.557 fólk, ið møguliga skulu hava koronukoppsetingina umaftur.

Orsøkin er, at tey møguliga hava fingið eina saltvatnssproytu ístaðin fyri góðkenda koronukoppseting, sigur týska útvarpsstøðin NDR sambært DR.

Øll fólkini hava fingið "koppsetingina" frá einari og somu sjúkrasystir í býnum Schortens í Niedersachsen.

Tað var longu í apríl mánaði, at myndugleikarnir fingu illgruna um støðuna, tá sjúkrasystirin játtaði, at hon hevði koyrt saltvatn í seks sproytur, eftir hon av misgávum hevði mist eitt glas av koppseting á gólvið, og tað var farið í knús.

Týska løgreglan vil tó vera við, at síðani er annað komið undan kavi, ið bendir á, at sjúkrasystirin hevði svikað nógv meira við koppsetingini enn upprunaliga hildið.

Millum annað hevur sjúkrasystirin lutað koppsetingarkritiskt tilfar út á sosialar miðlar, og tú verður málið nú latið løgregludeildini fyri politiskt motiveraðan kriminalitet.

Tað er kortini ikki greitt, hvussu nógv av teimum 8557 fólkunum, ið hava fingið saltvatn ístaðin fyri koppseting, men advokaturin hjá sjúkrasystrini vil vera við, at talan er bert um tey upprunaligu seks.