Týskland fer at keypa 40 ára gamlar Leopard 2 stríðsvognar úr Sveis. Stríðsvognarnir eru framleiddir í Týsklandi
Tað váttar verjumálaráðið í Sveis.
Tað er blaðið Blick, sum var fyrst við tíðindunum. Í blaðnum stendur, at týska umbønin bleiv send til sveisiska verjumálaráðharran tann 23. februar.
Í blaðnum stendur millum annað, at sveisisku stríðsvognarnir skulu setast í staðin fyri teir, sum Týskland sendir til Ukraina.
Sveisiska verjumálaráðið vil ikki upplýsa hvussu nógvar stríðsvognar Týskland vil keypa.
- Sæð frá sjónarhorninum hjá herinum, er tað møguligt, at selja nakrar stríðsvognar, sigur verjumálaráðið.
Sveis hevur meira enn 230 Leopard 2 stríðsvognar. Av teimum eru 134 hernaðarliga virknir. Teir eftirverandi 96 eru ikki í rakstri, og tað eru teir, Týskland vil keypa.