Hon hevur verið ímyndin av týskum - og fyri ao vítt eisini evropeiskum - politikki seinastu 16 árini. Heilt neyvt hevur hon í skrivandi løtu verið ríkiskanslari í 16 ár og 13 dagar, og tað ger Angelu Merkel til tann kanslaran, sum hevur sitið næst longst í sessinum. Bara Helmuth Kohl hevur sitið longri, hann sat í 16 ár og 26 dagar.
Tá hon, nokk seinni í vikuni, fer frá, hevur hon sitið í sessinum tíggju dagar styttri enn Kohl, men tað tekur einki frá hennara støðu sum ein av teimum valdsmiklastu persónunum, og helst tann valdsmiklsti, í heimspolitikki seinastu nógvu árini.
Uffe Taudal, korrespondentur hjá Berlingske í Týsklandi, skrivar tað rættiliga rámandi í dag, at seinastu nógvu árini hevur týskur politikkur verið øgiliga einfaldur.
- Tá onkur byrjaði at tosa um lokalval, stjórnarbroytingar ella smáar “nuansur” í týskum politikki, so kundi mann altíð bróta av og spyrja, hvussu tað stóð til hjá Merkel.
Men tað tíðarskeiðið endar í vikuni sum kemur, og sambært Berlingske er nýggj stjórn væntandi mikudagin.
Tá tekur stjórnin, sum er samansett av SPD, teimum Grønu og FDP við valdinum og Olaf Scholz avloysir tá Angelu Merkel sum ríkiskanslari. Tað er samstundis fyrstu ferð í umleið 70 ár, síðan 50-ini, at týskarar fáa eina tríflokkastjórn, og ikki eina har talan er um ein stóran flokk, sum hevur ein lítlan flokk afturat sær.
Sambært Uffe Taudal er talan um eina stjórn, sum ideologiskt peikar í allar ættir, og tí verður truplari at leggja týskan politikk á herðarnar á einum politikara.
Hóast tað enn bara er púra vist, at Olaf Scholz verður kanslari, so hevur Berlingske eitt boð um hvørjir teir fimm høvuðspersónarnir - sæð við donskum brillum - fara at vera:
Tann fyrsti er Olaf Scholz, sum umframt at hava verið borgmeistari í Hamburg, eisini hevur verið fíggjarmálaráðharri í sitandi stjórn. Uppgávan hjá honum verður at finna loysnir og tað kann gerast trupult, tá stjórnin bæði skal hugsa sosialdemokratiskt, grønt og liberalt í senn.
Tann næsti er Robert Habeck, sum er nýggjur leiðari hjá teimum grønu. Hann stendur til at blíva búskaparráðharri og eisini ráðharri fyri veðurlagsverju.
Christian Lindner er formaður hjá teimum liberalu og hann sær út til at skula gerast nýggjur fíggjarmálaráðharri.
Tann fjórða er Annalena Baerbock, sum verður fyrsti kvinnuligi týski uttanríkisráðharri. Hon er bara 41 ára gomul og er tí ein av mest spennandi persónunum í týskum politikki í løtuni. Hon er heldur ikki bangin at fara upp ímóti teimum stóru, tí hon hevur bæði sett seg upp móti Russlandi í sambandi við gaslleiðingina og Kina í samband við mannarættindi.
Tann fimti, sum Berlingske hevur eyguni eftir er aðalskrivarin í liberala flokkinum FDP. Hann eitur Volker Wissing og verður eftir øllum at døma samferðslumálaráðharri og hann skal eisini taka sær av talgildari menning.