Týsk avís fer at skifta starvsfólk út við robottar
Frammyvir verður tað Artificial Intelligence, som fer at reika fyri redaktiónsarbeiði, rættlestri og bókhaldi á týsku avísini Bild
Ragnar Sjúrðarson
22. juni 2023 kl. 13:57
Avísin Bild er farin í hálvt við at skifta starvsfólk síni út við robottar.
Tað stendur í einum telduposti, sum eigarin av avísini, Axel Springer, hevur sent til starvsfólk síni. Hendan teldupostin hevur týska avísini Frankfurter Allgemeine fingið fatur í, skrivar Ritzau.
Í teldupostinum stendur, at Bild “má siga farvæl til starvsfelagar, sum hava uppgávur í talgilda heiminum, sum verða gjørdar av AI ella við automatiskum tilgongdum”.
Bild, sum er mest seljandi avísin í Europa, hevur áður ávara um, at útreiðslurnar skulu skerjast við umleið 100 milliónum evrum, sum svarar til góðar 744 milliónir danskar krónur