Nú týsdagin 19. november fer nýggja býráðið í Eysturkommunu at skipa seg.
Sambært heimasíðuni hjá kommununi eru hesi mál á skrá:
- Val av borgarstjóra
- Val av varaborgarstjóra
- Val av føstum nevndum
- Val av øðrum nevnum og umboðan
Á býráðsvalinum týsdagin var Per Martin Gregersen fyrstvaldur, og harvið er tað hann, sum hevur kallað inn til og fer at skipa fyrsta fundin hjá nýggja býráðnum, sum tekur við á nýggjárinum.
Per Martin Gregersen hevur verið borgarstjóri seinastu fýra árini, og tað er greitt, at hann fer at halda fram og týsdagin verður valdur at vera borgarstjóri frá á nýggjárinum í 2025 og fram til og við 31. desember 2028.
Á valinum týsdagin fekk Per Martin Gregersen 236 persónligar atkvøður. Fyri fýra árum síðani vóru tað 122, sum valdu Per Martin.
Tey, ið mynda býráðið í Eysturkommunu 2025 – 2028 eru hesi:
Fyri lista V:
Per Martin Gregersen 236
Unn Jarnskor Ellingsgaard 101
Hanna Jensen 94
Pól í Skorini 83
Uni Rasmussen 79
Magnus Skoralíð 70
Fyri lista O:
Heri Mikálsson 110
Rebekka Jensen 91
Ann Fuglø 81