Ongi úrslit

Týr á konsertferð

teir hava havt nakrar góðar konsertir í Føroyum

© Elvira Miran
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 18:00

Tann 18. juli spælur Týr á ‘Sun & Thunder festivalinum’ á Marenostrum í Fuengirola í Spania. Festivalurin er frá 17.-19. juli.

So er man eitt "málmhøvd" sum Týr kallar sínar fjepparar, og er í summarferiu har á leið, er høvi at njóta góðan tónleik beint á strondini. Marenostrum

Festivalurin sum verður í døgunum 17.-19. juli, fáa umframt Týr, eisini vitjan av kendu bólkinum Uriah Heep, Accept, WASP og fleiri øðrum.

6. august kan man so uppliva Týr í Sveis, har teir spæla á 'Guinness írska festivalinum' í Sion.

Hettar stendur at lesa á teirra Facebook-vanga, har teir eisini skriva, at teir hava havt nakrar góðar konsertur í Føroyum í seinastuni.

Týr á Facebook

Nýggji Borg handilin í Runavík, heimbygdini hjá Týr, var ein, og Voxbotn í Tórshavn var tann næsta.

Síðani fóru teir til Týsklands á festival kallað ‘RockHarz’, í Harz-fjøllunum í Týsklandi, og so til ‘Pirate Metal Party’, eitt árligt tiltak i Hollandi.

Myndir: Thomas Müller


Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

Í gjár kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00