Tað er týdningarmikið, at fiskur ikki kemur í samband við dálkandi evnir sum eitt nú fuglaskvett, tá fiskur verður landaður ella undir flutningi. Tað kemur fram í nýggjari frágreiðing frá heilsufrøðiligu starvsstovuni í Íslandi (Matvælastofnun, red.), MAST.
Starvstovan heldur, at tað er alt ov vanligt, at fuglur kann ótarnaður koma í samband við fiskakør á kaiini, tá ið eitt nú landað verður. Fyri at forða fyri dálking, so eiga fiskakørini at vera afturlatin, og undir flutningi skal fiskur vera innilokaður.
Eisini sigur frágreiðingin hjá MAST, at fiskur, sum av óvart dettur niður á molan, ikki er egnaður sum mannaføði. Og alt ov ofta stendur landaður fiskur ov leingi úti, har hann er útsettur fyri minni reinføri og køling, áðrenn fiskurin – í síðsta enda – kemur á døgurðaborðið.
Skitin og meiðslað fiskakør
Íslendska heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at tey eru blivin meira varug við skitin fiskakør, umframt at starvstovan fær meira klagur frá fiskimonnum og fiskakeyparum um skitin og meiðslað fiskakør. Her leggur starvstovan áherðslu á, at fiskakør skulu vera rein, og at hetta einans kann tryggjast við at reingerða kørini væl og virðiliga millum brúk.
Eisini skulu tey, ið fáast við fisk, ikki brúka fiskakør til nakað annað enn til mat. Verða kørini brúkt til nakað annað endamál, skulu tey merkjast og ikki nýtast aftur til mat.
- Matvælastofnun fer framhaldandi at hava eftirlit við standinum á fiskakørum og mælir teimum til, ið brúka kør, at minnast til, at innihaldið í kørunum er til matna, stendur at lesa í frágreiðingini.