TVØROYRAR SKJALASAVN: Her legst skjótt aftrat

Tey rúgvismiklu savnindini hjá Petur Mohr Dam kemur á savnið nú um vikuskiftið, alt tøkt hjá Mortensens monnum liggur har, nýkomin eru savnindi hjá Albin Åkesson, ið kom til Føroya úr Svøríki at arbeiða sum kolamaður í 1901, og savnindi hjá mikladalsmanninum, gamla missónerinum og sóknarstýrisformanninum Clæmint Eliassen, ið kom til Tvøroyrar í 1926. Her ber til at síggja, hvussu tann unga bygdin, Tvøroyri, varð til, og hvussu hon menti seg

Orð og myndir (ein undantikin): Sonne Smith
22. januar 2022 kl. 12:35

Tvøroyri var øðrvísi enn aðrar bygdir í Føroyum seinast í 1800-talinum og fyrru helvt av 20. øld. Hetta er ung niðursetubygd, ið tíðliga menti seg til fiskivinnusamfelag við nógvum skipum og nógvum fiskaarbeiði, higar fólk úr øllum landinum og útlondum komu at vinna sær til lívsins uppihald.

Søgufrøðingarnir, tvøramenninir, Kári Jespersen, savnsleiðari, og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, eru fegnir um, at fólk hava tikið so væl ímóti savninum. Teir siga, at tað, at fólk sjálvboðin seta seg í samband við teir og annars eru fús at lata savninum tilfar, vísir, at fólk virðismeta savnið og hava tikið tað til sín sum eitt stað, har teir søguligu dýrgripirnir trygt verða varðveittir til komandi ættarlið.

Suður at skipa savnið
Jens Pauli Nolsøe fór suður til Tvøroyrar 1. mars í 2018 at skipa savnið saman við Kára Jespersen, ið var farin suður um heystið í 2017 at seta sjøtul á 1. januar í 2018.

Tað nýggja savnið, Tvøroyrar Skjalasavn, hevur eina drúgva fyrireikingarsøgu.

- Tey stóru savnindini á Tvøroyri lógu kanska ikki serliga væl øll, og tey kundu fara ymsastaðni til goymslu, og so fekk mann hug til at fáa tey savnað og skipað, so tey komu í eina trygga legu, sigur Kári Jespersen, savnsleiðari.

Tey stóru reiðaríini á Tvøroyri hava sína søgu. Tey lesast og skiljast best við tí innlivingarmøguleika á tí staði, har tey vórðu til. Tí fóru Kári og Jens Pauli undir at royna at fáa savnað hesi savnindini, sum vóru á plássinum. Tey eru rættliga stór á Tvøroyri, tí at virkini hava verið stór. Til dømis eru savnindi hjá J. Mortensen Eftf. 1858-1936 millum tey allarstørstu í Føroyum.

Vælviljað býráð
Nógv av hesum savnindum áttu í roynd og veru ongan góðan, so at søgufrøðingarnir báðir settu seg í samband við Tvøroyrar býráð, ið tók sera væl undir við ætlanini.

Kári Jespersen og mentanarnevndin í Tvøroyrar býráð høvdu fund longu í 2013 við ein teirra, ið varðaði av einum heilt stórum savnindum, at teir kundu fáa tilfar, tá ið eitt savn var klárt at taka ímóti.

- Tað fór býráðið so í gongd við, og longu tíðliga í 2017 vórðu hølini riggað til, sum okur hava savnið í nú, sigur savnsleiðarin, ið leggur aftrat, at rættilig gongd kom á í 2018.

- Tá ið okur so komu í gongd, hevur tað verið vælvild sum heild. Tað hevur bara verið hálvtalað orð, so komu fólk við tilfari, sum tey áttu, og tá ið onnur hoyrdu, at savnið var til, lótu tey okum tilfar hjá sær. Tað er komið av úr allari Suðuroynni.

Nógv av tilfarinum, ið nú er á Tvøroyri, er komið úr Havn og Klaksvík eisini, og ikki so lítið er í seinastuni komið úr Danmark. Nógv fólk eru farin til Danmarkar við tilfari, men tá ið tey hoyra, at savnið er til, koma tey við tí.

Ein góð kensla
- Tað kennist gott at møta vælvild frá fólki allastaðni, har mann vendir sær, sigur Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður.

Nógv av hesum fólkunum, ið hava latið savninum tilfar, spyrja, hvat var hent, um savnið ikki var komið.

Jens Pauli fortelur, at í 1983 arbeiddi hann í summarferiuni í Havn á Landsskjalasavninum, ið nú eitur Tjóðskjalasavnið. Tá varð hann sendur suður til Tvøroyrar saman við John Kjær, savnsvørði á Landsskjalasavninum við einum stórum pickup'ara at fara eftir skjølum. Tey flestu av hesum skjølunum lógu uppi á loftinum á gamla Kommunukontórinum (nú Doktarahúsið/fornminnissavnið) á Tvøroyri. Har vóru so nógv skjøl, at tey fyltu tveir bilar.

- Ein stórur partur av hesum skjølunum vóru tey hjá A/S J. Mortensen Efterfølgere á Tvøroyri. Okur fingu tey so norður, og jeg bleiv settur at byrja at skráseta tann partin. Og nú, tá ið okur hava latið hetta upp – ja, tað ljóðar nokk so løgið – men okur hava fingið nokk so nógv frá Landsskjalasavninum í Havn, og eitt tað størsta arkivið, sum okur hava fingið, tað er J. Mortensen, sum altso er komið aftur til Tvøroyrar. Meginpartur av hesum tilfari var í eskjum og sekkjum og óskrásett.

Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen hava sitið og skipað og skrásett, og nú stendur tað komplett í 48 kjokkfullum skjalahillum á savninum á Tvøroyri.

Eini heil savnindi
Hildið hevur verið, at Mortensens handil byrjaði í 1858 og vardi til 1936, tá ið hann fór á heysin. Men seinni hevur Tvøroyrar Skalasavn fingið umfatandi skjalatilfar frá A/S Richard B. Thomsen. Henning Thomsen, faðir núverandi leiðslu í timburhandlinum, keypti A.T. (Arbeiðaranna Trolarafelag), tá ið tað fór á húsagang í 1954. A.T. hevði áður keypt Mortensen, tá ið tað fór fallitt.

- Henning hevur rætt og slætt goymt eitt heilt arkivalier frá 1856 til 1870-80. Har síggja okur, at Johan Mortensen byrjar at handla fyri sjeg sjálvan, áðrenn hann kemur suður higar. Hann byrjar longu, meðan hann er umboðsmaður hjá Kongliga Einahandlinum í Klaksvík. Og tað er nýtt! Hetta eru skjøl, sum Páll J. Nolsøe ongantíð hevur brúkt, tá ið hann skrivaði Siglingarsøguna.

- Upp á tann mátan er tað heilt ótrúliga spennandi at arbeiða við hesum her. Mann fær skjøl inn, sum vísa, at søgan broytist. Tað, sum okur síggja, er skrivað, er ikki altíð rætt, so tað er eisini ein dimensión í skjalasavninum.

Eina doktararitgerð vert
Søgufrøðingarnir, Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe halda, at alt virksemið hjá Mortensen er minst eina doktararitgerð vert.

Hetta var øgiliga umfatandi, sum tær stúvstappaðu hillarnar á Tvøroyrar Skjalasavni vísa. Mortensens menn áttu eini 30 skip og umleið 30 úthandlar um alt landið. Teir áttu jú hópin av úthandlum, tí teir skuldu manna øll skipini, og tað fingu tvøramenn og suðuroyingar annars ikki gjørt einsamallir.

Tí fóru teir út um alt landið eftir manning, ið so keypti tað, ið brúk var fyri. Tað varð alt skrivað upp í kontrabøkur og avroknað, tá ið uppgjørt varð, eftir at skipini vóru komin heimaftur av fiskileið.

Stórt hundrað savnindi
Á Tvøroyrar Skjalasavni liggja í løtuni eini 120 savnindi. Tað størsta er Tvøroyrar Flakavirki, ið er einar 1000 arkiveskjur. Savnindini hjá Mortensen handli fylla einar 700 eskjur. Í hvørjari eskju eru gott 300 skjøl. Tað vil siga, at tað er rættiliga umfatandi. Skjølini frá J. Mortensen Eftf. (JME) 1856-1936 fevna millum annað um samskifti, ársuppgerðir, keyp og sølu, manningarlistar, lønarlistar, kontrabøkur og yvirlit yvir ferðafólk við Smirli og mangt, mangt annað.

Savnindini hjá Petur Mohr Dam eru eisini millum tey størstu á Tvøroyrar Skjalasavni. Hvussu nógv tey fylla er óvist enn. Tað verður greitt, tá ið Kári Jespersen, savnsleiðari, og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, saman við ungum hjálparum so hvørt hava fingið savnað og skipað alt í eskjur og á hillar á tí unga skjalasavninum.

Eitt skjalasavn, sum í løtuni verður áhaldandi útbygt í ovaru hædd í tí gamla, søguríka Ísvirkinum í Kongabrekkuni á Tvøroyri.