Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúli við vártilboðum

Fyri stuttum varð Lív Næs sett sum leiðari á Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúla og hon er beinanvegin farin til verka. Lív...

Innsent
10. mars 2018 kl. 10:10

Fyri stuttum varð Lív Næs sett sum leiðari á Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúla og hon er beinanvegin farin til verka. Lív ynskti at seta sín dám á kvøldskúlan, men av tí at vanligu kvøldskúlaskeiðini vórðu boðin út í fjør, so mátti brótast upp úr nýggjum, skuldi bera til at gera okkurt annaleiðis.

Lív legði tí nøkur uppskot fram fyri mentanarnevnd Tvøroyrar Kommunu og við stórari vælvild eydnaðist tað at finna fram til nøkur sera áhugaverd tilboð, ið koma borgarunum til góðar. Tilboðini hevur Lív valt at nevna “Várglottar”.

Millum tilboðini finna vit lesiring, tekniskeið, gaming, Pilates, Zumba, Hornblástur og mangt annað. Tilboðini fevna víða og hava tey tað til felags, at tey eru styttri skeið, ið liggja í tíðarskeiðinum fram móti sumri.

Lív hevur latið ein faldara gera til endamálið og ber til at síggja hann her https://view.publitas.com/70b99aed-9aa0-4974-9eaf-f9e6481d6ed0/faldari-2018-endaligur-3 . Hesin faldari verður einans tøkur talgildur – seinni í ár, tá vetrarskráin fyri 2018/19 er klár, verður nýggjur, dagførdur faldari borin í hvørt hús á Tvøroyri.

Lív sigur at hon er sera spent at vita hvussu móttøkan fer at vera og hon gleðir seg til veruliga at koma í gongd við arbeiðinum.