Tvøroyrar Kommuna bjóðar seg fram at hýsa oyggjaleikum

Nú bjóða tey ÍSF og Oyggjaleikanevndini til Tvøroyrar at hyggja at umstøðunum

Inni við Stórá er ítróttardepil á Tvøroyri við ítróttarhøll og fótbóltsvølli
Áki Bertholdsen
7. juni 2024 kl. 10:20

Tvøroyrar Býráð bjóðar seg nú fram til at hýsa ítróttargreinum á oyggjaleikunum, sum verða í Føroyum í 2027.

Fyribils er ætlanin annars, at oyggjaleikirnir skulu vera í Havn, Í Runavík, Í Klaksvík og í Vágum. Tó kann væntast, at einstøk tiltøk verða aðrastaðni í landinum. 

Suðuroyingar hava verið serstakliga vónbrotnir av, at tey ikki eisini fáa ein part av oyggjaleikunum.

Hinvegin hava fyrireikararnir sagt, at tað er eitt krav, at samanhangur er í oyggjaleikunum, og at Suðuroyggin er nakað langt burtur frá meginøkinum.

Men nú hevur Tvøroyrar Býráð viðgjørt málið og tey hava einmælt samtykt at bjóða seg fram at hýsa ítróttargreinum.

Í hesum sambandi fer Tvøroyrar Býráð nú at senda oyggjaleikanevndina og ÍSF eina formliga áheitan um hetta.

Samstundis bjóða tey Oyggjaleikanevndini, og ÍSF, suður á Tvøroyrar at kunna seg um tær góðu umstøðurnar í Tvøroyrar kommunu at skipa fyri ítrótti, sum tey orða seg.

– Við fleiri enn 3.000 íðkarum, umframt hjálparfólkum og áskoðarum, eru Oyggjaleikir nógv tað størsta einstaka ítróttarliga tiltak í Føroyum nakrantíð, hevur løgmaður staðfest.

– At vera vertir fyri Oyggjaleikunum hevur fyrst og fremst stóran ítróttarligan týdning, men tað hevur eisini stóran týdning fyri okkara ferðavinnu, og fyri Føroyar sum land, sigur løgmaður.

Tað er greitt, at 24 tjóðir verða við á oyggjaleikunum og tilsamans vera tað yvir 3.000 ítróttarfólk, sum koma til Føroya at kappast í 14 ítróttargreinum.

Tær eru Badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleikur, flogbóltur, eisini sandflogbóltur, fótbóltur, frælsur ítróttur, judo, kurvabóltur, súkkling, skjóting, svimjing, tennis, triatlon.

Oyggjaleikirnir hava eisini ein stóran týdning fyri ferðavinnuna og handilsvinnuna, umframt fyri hotel- og matstovuvinnuna, tí útlendsku ítróttarfólkini, og útlendsku áskoðararnir, leggja fitt av pengum eftir seg.

ÍSF og Visit Faroe Islands meta, at vit kunnu lættliga vænta, at tey, sum koma higar í sambandi við oyggjaleikirnar, bæði íðkarar, venjarar og áskoðarar úr øðrum londum, fara at brúka einar 2.000 krónur um dagin til ferðing, gisting, uppihald og annað. 

ÍSF væntar, at umframt 3.000 ítróttarfólk úr øðrum londum, koma eini 1.000 fólk afturat at hyggja at kappingunum á leikunum, sum fara at vara í átta dagar. 

Sostatt kunnu vit vænta, at tilsamans fara tey at leggja einar 64 milliónir eftir seg í Føroyum.