Tvøramaður verður nýggjur høvuðskokkur á Hilton í Havn

Hann hevur drúgvar royndir, bæði í Danmark og úr Føroyum

Áki Bertholdsen
3. september 2024 kl. 13:17

Tvøramaðurin, Teitur Christensen, er nú nýggjur høvuðskokkur í Hallartúni, sum er matstovan á Hilton - hotellinum í Havn.

Teitur Christensen byrjar í starvinum mánadagin. Hann er 38 ár og útlærdur kokkur við nógvum royndum, bæði úr Keypmannahavn og úr Føroyum.

Millum annað hevur hann arbeitt á kendu matstovunum, Cofoco,  Madklubben og Nose 2 tail í Danmark, og hann hevur eisini kokkast á Fútastovu, og aðrastaðni, í Føroyum.
Teitur tekur yvir eftir Svein Patursson, sum hevur verið høvuðskokkur í Hallartúni síðani í desembur í 2022. Svein fer nú í annað starv, men í somu fyritøku.