Tað gongur striltið við at koppseta fólkið í Filippinunum, tí fólk hava ikki beinleiðis skund ella aftra at lata seg koppseta í Filippinunum.
Seinastu mánaðirnar hevur forsetin roynt at brúkt gularótina fyri at fáa fólkið at koppseta seg í landinum, men tað hevur ikki borið frukt. Mánadagin var Rodrigo Duterte í ríkissjónvarpinum, har hann tosaði til tjóðina. Hann ásannaði, at gularótin ikki hevur virkað, og tí kendi hann seg noyddan til at brúka pískin. Her kunngjørdi hann, at um fólk ikki lótu seg koppseta fyri koronu, so kunnu tey enda í fongsli.
Í Filippinunum búgva 110 milliónir fólk, men bert umleið tvær milliónir fólk hava fingið bæði prikini fyri koronu.
– Hetta er ein neyðstøða í landinum. Valið er títt: Antin letur tú teg koppseta ella verður tú handtikin, segði Duterte við tjóðina mánadagin, sambært Reuters.
Áðrenn mánadagin hava heilsumyndugleikarnir í Filippinunum annars mælt fólki til at koppseta seg, men at tað var upp til tann einstaka at avgerða, um tey ynskja tað ella ikki. Stjórnin í Manila hevur sett sær sum mál at koppseta 70 milliónir út av teimum 110 milliónir íbúgvunum í landinum í ár.
Sunnudagin høvdu tilsamans 2,1 milliónir fólk valt at koppseta seg, og tað hevur fingið bikarið hjá forsetanum at flóta yvir, tí Duterte nevndi í taluni til fólkið mánadagin, at hetta talið ikki er nøktandi.
Lokalir myndugleikar hava eisini roynt ymiskar hættir at fáa fólk at koppseta seg. Í einum slummbýlingi í Manila hava tey havt ein lítlan happadrátt. Hvørja viku hava nøvnini hjá teimum, ið eru blivin koppsett verið koyrd í ein bolla, og so hevur verið drigið lut um ymiskar vinningar sum til dømis 25 kilo av rísi.
Í farna mánaði vórðu umleið 400 fólk í miðal koppsett um dagin. Eftir at happadrátturin er komin hevur hetta talið ligið um tey 2000.
Men nú, tá ið forsetin hevur havt pískin frammi, eru røðirnar til at koppseta seg vorðnar nógv longri.