Tvíburasystrar til Guernsey fyri badminton

Sanna og Mia Thorkildshøj eru báðar í leikarahópinum hjá badmintonsambandinum, sum í komandi viku fer við Atlantic Airways til Guernsey at umboða Føroyar.

Bruttolandsliðshópurin í badminton, har tær báðar Sanna og Mia standa fremst og longst til høgru.
Jonhard Hammer
30. juni 2023 kl. 14:09

Millum teir 10 badmintonleikararnar, sum hósdagin í komandi viku fara við Atlantic Airways til Guernsey at umboða Føroyar, eru 18 ára gomlu tvíburasystrarnar Sanna og Mia Thorkildshøj úr Havn. Í sambandi við oyggjaleikaluttøkuna hava tær báðar svara nøkrum spurningum um teirra badmintonbakgrund.

Her luttók Sanna í Reykjavík International Games í januar í ár, har hon eisini bleiv heiðra sum besti kvinnuligi leikari.

Sanna fór sum fimm ára gomul við mammuni í Badmintonhøllina

- Mítt besta úrslit í hesum kappingarárinum var, tá eg vann FM í einmansleiki U19, og tá eg var til Reykjavik International Games í U19. Har vann eg gull í einmansleiki, og silvur í bæði tvímansleiki og blandaðun tvímansleiki, harafturat bleiv eg heiðra sum besti kvinnuligi leikari. Eg spældi mína fyrstu altjóða kapping í august í 2021, og síðan tá havi eg luttikið í 7 aðrar altjóða kappingar kring um í Evropa.

- Eg byrjaði at fara í høllina við mammu míni at spæla badminton, tá eg bert var 5 ára gomul, men byrjaði ikki av álvara at venja regluliga fyrr enn eg var áleið 7 ára gomul. So eg havi vant í 11 ár. Eg venji dagliga við Havnar Badmintonfelag fimm ferðir um vikuna og við landsliðnum eina ferð um vikuna, harumframt venji eg styrki tvær ferðir um vikuna.

- Tað er torført hjá mær at meta um úrslitini til OYL 23, tí eg havi ikki luttikið áður. Eg eri tó sera spent og havi góðar vónir bæði til einstaklinga kappingina og til liðkappingina. Eg gleði meg at fara at spæla sjálv, men eisini til at fylgja við í hvussu gongur hjá hinun føroysku luttakarunum bæði í badminton og í hinum ítróttargreinunum.

18 ára gamla Mia Thorkildshøj spældi seg fyrr í ár í finaluna í einmansleiki hjá vaksnu kvinnunum.

Mia gleðir seg til sína fyrstu oyggjaleikaluttøku

- Eg eri 18 ár og havi vant badminton við HBF síðan eg var 7 ára gomul. Hetta er fyrstu ferð eg luttaki á Oyggjaleikum, so eg gleði meg og eri sera spent uppá kappingarnar.

- Eg havi altíð vant nógv, og í løtuni venji eg badminton seks ferðir um vikuna og styrkivenji tvær ferðir um vikuna. Eg eri tilreiðar og havi góðar vónir, nú Oyggjaleikirnir standa fyri durum.

- Mítt besta úrslit í Føroyum higartil var til FM 2023, tá eg kom í FM finaluna í einmansleiki, og sama kvøld til FM Gallaveitsluna bleiv eg kosin ársins kvinnuligi leikari 2023, tað var ein stórur heiður fyri meg.

- Tey seinastu árini havi eg luttikið í átta altjóða góðkendum kappingum, og við teimum havi eg fingið alsamt fleiri royndir, sum eg uttan iva fái gleði av, nú eg skal umboða Føroyar á Oyggjaleikum 2023.

Oyggjaleikirnir verða í ár á Guernsey, har kappingin verður sett leygardagin 8. juli 2023.

KELDA: Facebookvangin hjá Badmintonsamband Føroya