Tvíburar í Los Angeles: Tann eini er amerikanskur ríkisborgari, hin er ikki

Aiden og Ethan Dvash-Banks eru tvíburar. Tann eini er føddur fáar minuttir áðrenn hin. Aiden hevur ljósabrúnt hár, og Ethan...

Alda Nielsdóttir
4. februar 2018 kl. 15:40

Aiden og Ethan Dvash-Banks eru tvíburar. Tann eini er føddur fáar minuttir áðrenn hin. Aiden hevur ljósabrúnt hár, og Ethan hevur svart hár. Men sambært amerikansku myndugleikunum er tað ikki størsti munurin millum teir. Aiden er amerikanskur ríkisborgari, men beiggi hansara, Ethan, er ólógligur tilflytari. Orsøkin til hetta er, at foreldur teirra eru tveir giftir menn úr Los Angeles.

Báðir eru pápi at ein av tvíburunum, ið vórðu føddir av kanadiskari burðarmóðir. Andrew Dvash-Banks er amerikanari, og maður hansara, Elad er úr Ísrael. Av tí at tvíburarnir eru føddir í Kanada, er niðurstøðan hjá amerikansku myndugleikunum, at Ethan ikki hevur biologiska familju í USA, og tí kann hann ikki gerast amerikanskur ríkisborgari.

Hetta hevur fingið Andrew og Elad til at leggja sak ímóti amerikanska statinum fyri diskriminatión.

Boðskapurin er, at vit ikki hava somu rættindi. At okkara familja ikki er líka nógv verd sum aðrar familjur, sigur Andrew Dvash-Banks við Los Angeles Times.

Andrew og maðurin eru eisini illir um, at Ethan skal hava eina verri byrjan uppá lívið enn beiggi hansara.

Heima eru teir øgiliga líka. Báðir elska Elmo og at spæla krógva og blunda. Men um Ethan ikki verður skrásettur sum ríkisborgari, kann hann ikki gerast amerikanskur forseti, hóast beiggi hansara kann. Og lívið hjá einum barni eigur at byrja við, at hetta kannst tú, sigur Andrew. Eg kann ikki loyva, at har verður gjørt mismun á teimum, men tað er tað, landið hjá mær ger.

Upprunaliga helt parið ikki, at tað hevði týdning hvør var pápi at hvørjum. Teir ætlaðu ikki at fortelja Aiden og Ethan ella øðrum í familjuni tað. Eingin hevur spurt um tað. Men nú eru teir bangnir fyri, at teir ein dagin noyðast at fortelja børnum teirra, hví tey ikki hava somu rættindi. Elad er tó vísur í, at teir vinna rættarmálið, og at hetta fer at broyta reglurnar fyri øll.

Hetta fer í søguna, sigur hann, fullur av vón.

Kelda: The Guardian, JyllandsPosten