Tvey tiltøk skulu bjarga føroyska rossinum frá at doyggja út

Miðað verður eftir at annar trupulleikin verður loystur nú í heyst

Áki Bertholdsen
13. apríl 2024 kl. 13:30

Føroyska rossið er á einum vegamóti tí tað er í stórum vanda fyri at doyggja út. Og nú hevur Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, spurt Høgna Hoydal, landsstýrismann í landbúnaðarmálum og vinnumálum, hvat verður gjørt fyri at bjarga slagnum.

Høgni Hoydal sigur, at tað eru serliga tveir trupulleikar í hesum sambandi. Annar trupulleikin er, at at tað eru so fá, sum vilja hava føroysk ross. 

Hin trupulleikin er, at finna lendi til føroyska rossi at vera á, tí tað er avmarkað.

Hann sigur, at arbeitt verður saman við landsdjóralæknanum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni við at seta reglur í verk so at tað ber til at útflyta føroysk ross til onnur lond. 

– Tað eru móttakaralondini, sum áseta reglurnar, sum síðani skulu setast í føroyska lóggávu, sigur Høgni Hoydal.

Hann sigur, at miðað verður eftir, at reglurnar verða settar í gildi í heyst, og tá er ein partur av trupulleikanum loystur. 

Ætlanin er síðani, saman við Búnaðarstovuni, at kanna hvussu tað ber til at seta  aliætlanina í verk, sum Búnaðarstovan, NordGen og Felagið Føroysk Ross, hava gjørt. 

Hetta arbeiðið fevnir um bráðhald, alimiðstøð við greðingastalli, ílegugrunn og eina skrásetingarskipan, umframt annað. 

Landsstýrismaðurin sigur, at hetta arbeiðið er ikki byrjað enn, og tí ber ikki til at siga, hvussu tað verður við tí. 

Kostnaðurin er heldur ikki greiður í løtuni, men talan er um eina týdningarmikla uppgávu, og tí verður arbeitt fyri at útvega fígging fyri at tryggja, at føroyska rossið ikki doyr út, sigur Høgni Hoydal.