Tvey smá óhapp í ferðsluni

Í hvørgum føri var talan um fólkaskaða

Áki Bertholdsen
13. januar 2024 kl. 10:16

Í gjár hendu tvey smá óhapp í ferðsluni, men talan var bara smávegis skaðar.

Í tí fyrra førinum fór olja at leka úr einum lastbili. Bilførarin uppdagaði tað nokk so skjótt og ringdi til løgregluna.

Løgreglan sigur, at bjargingarfólk vóru skjót á staðið og fingu spula vegin reinan aftur. Av tí, at tað varð uppdagað so skjótt, var talan ikki um nakra ógvusliga dálking, so vandin var skjótt av aftur.

Í Vágum hendi eitt lítið ferðsluóhapp á vegnum oman fyri flogvøllin. Ein bilur kemur koyrandi og sær ljós frammanfyri, sum hann eisini heldur er ein bilur.

Men talan var um ein skutara, sum, eyðvitað, koyrdi nógv seinni enn bilurin. So tá ið bilførarin skuldi yvirhála, uppdagaði hann so seint, at talan var um ein skutara, sum koyrdi seint, at hann lukkaðist ikki at bremsa, men bar við skutaran. Men tá var ferðin lítil og eingin fólkaskaði stóðst av.

Men bilførarin hevur skyldu at halda neyðugu frástøðuna, so hann fær bót og klipp í koyrikortið.