Hesa næstu tíðina fara tvey skip hjá Strandferðsluni á beding. Talan er um tvey av teimum smærru skipunum, Ritan og Sildberin
Ritan fer á beding hjá KSS í Klaksvík mánadain. Umframt vanligt eftirlit og viðlíkahald verður ein nýggjur krani settur í Rituna. Jósup røkir siglingina á Fugloyar- og Svínoyarleiðini eftir vanligu ferðaætlanini ímeðan Ritan er á beding.
Sildberin fer á beding tann 27. novembur. Jósup fer eisini at avloysa Sildberan og siglir tá á Skúvoyarleiðini eftir vanligu ferðaætlanini.
Strandferðslan sigur, at tá ið Ritan, sum er 52 ára gomul, og Sildberin, ið næsta ár verður 30 ár, hava verið á beding, skulu eftir ætlan ikki fleiri skip hjá SSL á beding í ár.
Enn er ikki greitt hvussu leingi tað tað tekur at gera arbeiðini og hvussu skipjni sostatt skulu vera á beding.