G! Festivalurin hevur í skrivi boðað frá, at tvey nøvn á G! Festivalinum eru avlýst. Talan eru um Kakalorium, ið eftir ætlan skuldi spæla á Spæliplássinum fríggjadagin, og La Fleur, sum eftir ætlan skuldi spæla í Grundini leygarnáttina. Men soleiðis bleiv ikki. Tískil eru nakrar smávegis broytingar gjørdar í skránni, skrivar G! Festivalurin í skrivi.
Seinastu árini hava fleiri stór nøvn avlýst konsertir í Føroyum. Hóast hetta hevði tónleikastjórin hjá G! Festivalinum, Michael Antony Charles Johannnesen, góðar vónar fyri nøkrum døgum síðan, tá Dimmalætting fekk orðið á hann. Tá segði hann, millum annað at ongar avlýsingar fóru at vera í ár vegna grind, men møguliga vegna korona ella avlýstum ferðum.
Nú hevur G! Festivalurin boðað frá, at tvey nøvn á G! Festivalinum eru avlýst. Sambært festivalinum, so er SAS-verkfallið orsøkin til avlýsingarnar.
-Orsøkin til avlýsingina er verkfallið, sum rakar SAS. Hetta hevur givið stórar logistiskar avbjóðingar við tað, at nógvar flogferðir máttu umbókast í síðstu løtu fyri at fáa øll til Føroyar til tíðina. Hetta hevur eydnast fyri tey allarflestu, men vit mugu tíverri staðfesta, at tað ikki eydnast Kakalorium og La Fleur at koma til Føroyar til tíðina, skrivar G! Festivalurin í skrivi.
Avlýsingarnar bera sum áðurnevnt nakrar smávegis broytingar í skránni við sær:
Kakalorium skuldi eftir ætlan verða fyrsti bólkur á Spæliplássinum fríggjadagin klokkan 16:00. Ístaðin letur Zoord upp tónleikaveitsluna á Spæliplássinum klokkan 16:30 við skemtiligum og orkumiklum fólkatónleiki úr Transylvania.
La Fleur skuldi spæla í Grundini sum síðsti bólkur leygarnáttina klokkan 02:30. Ístaðin kemur Atlas at fylla ljóðmyndina í Grundini eitt sindur longri, og síðan kemur Suchi á pall klokkan 02:00.