Tvey minningarhald fyri børn sum eru farin

Tey verða sunnudagin

Áki Bertholdsen
13. oktober 2023 kl. 14:50

Altjóða dagur fyri pinkubørn, ið farin eru, verður sunnudagin og í tí sambandi vera minningarhald í Syðrugøtu og í Havn.

– Tá verða ljós tendrað fyri okkara pinkubørnum, sum fóru frá okkum alt ov tíðliga, siga fyrireikararnir, sum eru Berin og Felagið Pinkubarnadeyði.

– Saman við foreldrum og avvarðandi kring allan heimin minnast vit børnini klokkan 19 altjóða dagin, siga fyrireikararnir.

– Opið hús verður í Beranum í Niels Finsensgøtu 32, klokkan 18.30. Vit tendra ljósini frá klokkan 18.45, so at øll ljósini eru tendrað klokkan 19. 

– Møguleiki er eisini fyri at skriva eina heilsan, ella at tekna eina tekning á teir vøkru ljós posarnir, sum tit fáa. Ein drekkamunnur verður at fáa og Maria av Heygum, og Benjamin Tausen, fara at syngja.

Altjóða dagurin verður eisini hildin í Tøting í Syðrugøtu frá klokksn 18.30 og har fer Carla Josenius Mikkelsen at syngja.