Tvey lið úr Suðuroy eru í bestu deildini

1. DEILD: Í kvøld eydnaðist tað TB at vinna uppflyting, og síðsta leygardag var tað FC Suðuroy, sum flutti upp

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Í kvøld varð punktum sett fyri landskappingini í næstbestu fótbóltsdeildini.

Síðsta leygardag tryggjaði FC Suðuroy sær uppflyting.

Í kvøld snúði spenningurin seg um, um tað fór at verða TB ella B71, sum fór at vinna beinleiðis uppflyting, ella um B36 við sigri á útivølli ímóti Víkingi fór at forða fyri, at talan fór at verða um tveir beinleiðis uppflytarar.

B36 tapti 5-2 í Gøtu ímóti Víkingi, sum eftir trivaliga sigurin fekk gullkrónur fyri at vinna deildina.

Á Vágseiði vann FC Suðuroy 5-0 ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, og eftir dystin fingu tey í FC Suðuroy leguni silvurkrónur.

Í Klaksvík vóru teir í seinna hálvleiki tíggju minuttir frammanfyri teir í Hoyvík. Tá ið Romulo Cicolin Bosqueiro í 64. minutti legði B71 á odda, og støðan í Hoyvík framvegis var málleysur javnleikur, so var tað B71, sum hevði kós ímóti bestu deildini.

So var tað, at TB eitt korter undan leikloki tiltuskaði sær brotsspark, sum Samudeen Musah umsetti til 1-0, og so var tað TB, sum endaði á triðja plássi og harvið tryggjaði sær beinleiðis uppflyting.

-Her vóru nógvir nervar upp á spæl, men vit vunnu og flyta upp, og tað er tað, sum telur. Vit høvdu møguleikar at skora meiri enn einaferð í fyrra hálvleiki, men nú tá ið vit hava vunnið og tryggjað okkum uppflyting, so verður tað harvið, hvussu avrikið var, sigur Gilli Rólantsson, sum er álitismaður hjá TB, í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

Í TB gera teir skjótt av í Hoyvík. Teir skunda sær fyri at sleppa suður við Smyrli í kvøld.

Á Krambatanga og Trongisvági og Tvøroyri verður tað fagnaður um uppflytingina, tá ið Smyril verður komin suður.

Fyri einum ári síðani flutti TB niður í næstbestu deildina. Leingi sá tað ikki út til, at tað fór at eydnast at flyta upp aftur í ár, men fram ímóti kappingarenda hevur talan verið um rimmar endaspurt, sum í kvøld kulmineraði við, at TB við 1-0 sigri á útivølli ímóti FC Hoyvík flutti upp í bestu deildina.

 

Víkingur

27

16

6

5

72

35

54

FC Suðuroy

27

12

12

3

56

33

48

TB

27

11

12

4

39

24

45

B71

27

12

8

7

44

29

44

B36

27

11

8

8

50

41

41

AB

27

10

10

7

47

31

40

NSÍ

27

8

7

12

37

51

31

27

9

3

15

32

50

30

FC Hoyvík

27

4

8

15

24

54

20

HB

27

2

6

19

26

79

12